Adrian: Helst seinasta kappingarárið í HB

Tað sigur stóra stjørnan á HB-lið, sum ikki er ræddur fyri at flúgva longur og ætlar sær út í heim at spæla

Adrian Justinussen er stóra stjørnan á HB-liðnum og hann er eisini spælarin, sum eitt nú norskir fjeppara helst vilja hava á HB-troyggjuna. Málið hjá unga gøtumanninum í HB er at spæla yrkisfótbólt komandi kappingarár.

Hann arbeiðir til dagligt sum eletrikari, men brúkar ein stóran part av síni frítíð á vøllinum, har hann millum annað fínpussar avbera vandamiklu fríspørkini.

- Mítt mál hevur altíð verið at fáa eina yrkisleið uttanfyri Føroyar, men tað hevur ikki latið seg gjørt við flogræðsluni. Nú havi eg avgjørt at blíva yrkisspælari og at hetta verður helst mítt seinasta kappingarár í Føroyum, sigur Adrian Justinussen við TV2.no og leggur afturat:

- Í ár snýr tað seg um at vísa, at eg eri verdur ein fulltíðarsáttmála uttanlands. Eg má prógva fyri fólki at eg eri góður nokk, sigur Adrian Justinussen.

Sloppin av við flogræðsluna

Fyri at koma út í heim mást tú flúgva og tí mátti hann sleppa av við ræðsluna at flúgva. Ræðslan kom eftir ein flogtúr til Bulgaria við U19-landsliðnum. Síðani spældi hann bara heimadystirnar, men nú er hann sloppin av við flogræðsluna.

- Tað kann eg takka einum sálarfrøðingi fyri. Hann klára at fáa ræðsluna vekk. Seinast eg var á flog var eg slett ikki bangin. Eg var bangin fyri at flogræðslan fór at oyðuleggja eina møguliga yrkisleið í fótbólti, sigur Adrian Justinussen, sum eisini var á flog sunnudagin, tá hann stútaði bóltin í málið til 2-0 móti ÍF.

##med2##

Adrian Justinussen og HB hava fingið eina góða byrjan upp á kappingarárið. HB hevur vunnið tveir av tveimum dystinum, og Adrian Justinussen hevur skorað tvey mál.