Adrian farin av landinum

Adrian Cascaval verður ikki við, tá Víkingur spælir seinasta dystin

Sigfríður S. Clementsen, venjari hjá Víkingi, váttar at Adrian Cascaval er farin av landinum og verður ikki við, tá Víkingur leygardagin skal spæla seinasta dystin í hesum kappingarárinum.

 

Miðverjin úr Moldova hevur eydnast væl sum málskjútti, har hann hevur skotið seks mál. Hinvegin, so hevur tað ikki riggað eins væl í verjustøðu, har fyrrverandi landsliðsspælarin úr Moldova ikki hevur livað upp til vónirnar í Víkingi.

 

- Adrian Cascaval verður ikki við. Hann er farin av landinum og kemur ikki aftur. Hann skuldi okkurt, sum ger at hann má av landinum og partarnir valdu bara at steðga her, sigur Sigfríður S. Clementsen, sum tók við í Víkingi tíðliga í summar.

 

Adrian Cascaval og spanski Dennis Moreno komu til felagið undan hesum kappingarárinum. Báðir eru miðverjar, men teir hava ikki liva upp til krøvini í felagnum. Dennis Moreno gavst í felagnum í summar, meðan Adrian Cascaval í fleiri dystum hevur sitið á bonkinum.

 

Ein annar útlendingur í felagnum hevur tó fingið nýggjan sáttmala. Tað er framherjin úr Nigeria, Adeshina Lawal. Tað ljóðar, at Sámal Erik Hentze er upp á tal í Víkingi aftur. Hann hevur fingið væl burturúr Adeshina Lawal, tá hann hevur verið venjari hjá honum í B36 og Víkingi. Spurningurin er so, um nakað skal lesast í tí?