Tað var Adrian Justinussen og so allir hinir í góðveðrinum á Argjum seinnapartin. Eitt upplegg, fýra mál í handavend og trý av teimum við beinleiðis fríspørkum er óhoyrt í føroyskum fótbólti, og tað skal leitast væl og leingi, um tað ber til yvirhøvur at finna avrik av hesum slagnum.
Skarpskjúttin hvílir í sær sjálvum. Hóast tað vóru nógv, sum høvdu hug at heilsa uppá, og hóast fjølmiðlarnir vildu hava hansara søgu heldur enn allar aðrar, so var einki hóvasták og roks.
-Hetta er stuttligt, og mær dámar væl, at tað er so stórur áhugi, tí tað boðar frá, at tað gekk væl hjá okkum í dag, og tað boðar frá, at tað kanska var serligt, at tað eydnaðist at skora fimm mál eftir so lítlari løtu, og at eg átti leiklut í teimum øllum.
Hetta fer kring allan heimin, og tað eru ivaleyst fleiri, sum spyrja seg fyri um Adrian Justinussen. Hvat sigur tú til tað?
-Eg droymi um at spæla fótbólt uttanlands. Tað hevði verið framúr, um tað eydnaðist at sleppa upp í part í Onglandi, Týsklandi ella í Hollandi, sigur Adrian Justinussen, sum er toppskjútti í bestu deildini. Í trimum dystum hevur hann skorað seks mál.
Tí er tað væl hugsandi, at dreymarnir skjótt fara at verða veruleiki.
Eisini HB venjarin, Jens Berthel Askou, fegnast um sigurin og avrikið hjá Adriani.
-Vit eru greiðir yvir, at Adrian fer av landinum at spæla fótbólt. Hetta tosa vit við Adrian um. Hann hevur evni framum hinar á fleiri økjum, hann er ein fittur og dugrnaligur drongur, og hann er hugaður at læra meiri. Hann verður hvørja viku eitt sindur betri, og so er spurningurin, nær tað í samráðingum millum Adrian og okkum verður hildið at vera rætta løtan hjá honum at fara av landinum, sigur HB venjarin.
Adrian Justinussen hevur áður boðað HB frá, at hann næsta ár ætlar sær av landinum at royna seg sum fótbóltsspælari.