Adrian Cieslewicz, sum er uppvaksin í Vági og hevur spælt við millum annað Wrexham í enskum fótbólti, er í hesum døgum í Føroyum og vitjar beiggja sín, navnframa póllendingin í B36 Lukasz Cieslewicz.
Les eisini: Landsliðsspælari til B36
Adrian er sáttmálaleysur í løtuni og í B36 ynskja tey honum hjartaliga vælkomnan í felagið, men ásanna eisini, at tað neyvan verður talan um nakran sáttmála millum partarnar.
Les eisini: Enn ein profilur til B36
- Tað er sjálvandi áhugavert at hava ein so góðan spælara í B36, men sannleikin er at hann er í samráðingum við onnur feløg uttanlands, og tí verður talan í mesta lagi um ein fyribils sáttmála, har hann skal halda seg í form hjá okkum, um nakað kemur upp í lag, sigur Jákup á Borg, liðskipari og hjálparvenjari hjá B36.
Liðskiparin og hjálparvenjarin leggur afturat, at talan verður ikki um at ein fyribils spælari kemur at taka plássið frá einum øðrum spælara, sum hevur verið við alt árið.
Les eisini: Tí skiftir Rógvi til B36
Sostatt er ein møguleiki fyri at síggja 23 ára gamla póllendingin í føroyskum fótbólti, men í besta føri verður talan um ein fyribils sáttmála um samráðingarnar við hini feløgini ikki koma á mál.
Les eisini: 12. umfar: B36 langt fremst
B36 kunngjørdi í farnu viku, at felagið hevur fingið tilgongd av Odmari Færø og Rógva Poulsen til seinnu hálvu. B36 er fimm stig fremst í landskappingini hjá monnum.