Wrexham tapti í dag eftir brotssparkskapping móti Brighton í umdystinum í triðja umfari í FA Cup. Adrian Cieslewicz spældi ein branddyst á høgra vongi og Wrexham kunnu kenna seg meir enn óhepnar ikki skula møta Newcastle í fjórða umfari.
Í 210 minuttir var tað einki, ið skilti Brighton úr Championship og Wrexham, sum spælir Non league fótbólt, men í brotssparkskappingini vann Brighton 5-4 og er tí komið víðari í FA Cup.
Adrian Cieslewicz, sum skoraði útjavnandi málið í fyrra dystinum, byrjaði á høgra vongi. Frá fyrsta bríksli legði hann stórt trýst á Brighton verjuna, sum fleiri ferðir mátti steðga skjóta vonginum við at gera fríspark. Tað kostaði tveimum Brighton leikarum gult kort gjøgnum dystin.
Leikandi venjarin hjá Wrexham, Andy Morrell, legði vertirnar á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki við neyvum skoti uttanfyri brotssteigin. Útjavnandi málið hjá Brighton kom ikki fyrr enn eitt korter fyri tíð.
Liðini skuldu síðani spæla tvær ferðir eitt korter, men einki mál kom tann hálva tíman. Í brotssparkskappingini brendi Wrexham fyrsta brotssparkið og tað vísti seg at gerast avgerandi.
Adrian Cieslewicz, sum er partvís uppvaksin í Føroyum, varð valdur til dagsins leikara av Wrexham viðhaldsfólkunum.
Tað ber framvegis til at velja Adrian Cieslewicz sum besta leikaran í triðja umfari í FA Cup.
Til ber at atkvøða??HER
Tú kanst atkvøða fram til 20. januar. Vinnarin fær umfarmt steyp, eisini eina serliga innbjóðing til sjálva finaluna.
Brighton skal í fjórða umfari spæla móti Newcastle, samstundis sum felagið fær ein fíggjarligan vinning upp á áleið 600.000 krónur.









