Tórshavnar kommuna hevur víst rættstundis umhugsni og tillutað eini nýggjari útstykking adressur, áðrenn útstykkingin er endaliga liðug. Hetta er ein fyrimunur fyri tey, sum skulu byggja.
Allar adressur í Føroyum skulu verða góðkendar og skrásettar í landsadressuskránni. Kommunan ásetur adressurnar, og tær skulu síðan góðkennast av Umhvørvisstovuni.
Vanliga verða útstykkingar gjørdar lidnar og húsini bygd, áðrenn adressurnar verða tillutaðar. Men nú hevur Tórshavnar kommuna valt at gera tingini ørvísi í eini størri útstykking í Havn, har 23 nýggjar adressur júst eru góðkendar. Útstykkingin liggur við Hjaltarók í Tórshavn, sum hevur íbinding í Oyggjarvegin.
Størsti fyrimunurin við at kommunan hevur ásett adressurnar er, at keypararnir av grundstykkjunum longu nú kunnu søkja um rentustuðul. Taks setir nevniliga sum treyt, at adressan er góðkend, áðrenn rentustuðul verður latin. Men nú hevur kommunan ruddað slóð fyri, at hesi viðurskiftini kunnu verða greið, tá fólk flyta inn. Harvið kunnu fólk sleppa undan at bíða longi eftir, at rentustuðulin verður játtaður.
Ein annar fyrimunur við at adressurnar longu eru ásettar er, at skuldi nøkur vanlukka hent á byggiplássinum, kunnu neyðsendarakfør skjótt vera á staðnum. Trupult kann vera í orðum at greiða frá, hvar vanlukkan er hend, men um staðið hevur eina adressu, ber til at sláa upp á kortum á netinum.










