- Adrenalinið pumpaði!

Soleiðis sigur Linda Andrews, sum týskvøldið var á stóra Grand Prix pallinum í Malmø, tá fyrra semifinalan var í Euovision Song Contest.

 

Linda Andrews, sum vann danska X-Factor í 2009, var týskvøldið kórsangari fyri sangarinduna Hannah Mancini, ið umboðar Slovenia í ársins Eurovision Song Contest.

 

Frammanfyri umleið 11.000 áhoyrarum sang Linda Andrews kór hjá Hannah Mancini, sum syngur slovenska Grand Prix sangin “Straight Into Love”.

 

- Tað var eitt stórt upplivilsi. Tað var fantastiskt at syngja framman fyri so nógvum fólkum og eisini vita, at alt Europa hyggur. Eg síggi tað sum eina viðurkenning av mínum arbeiði, sigur Linda Andrews.

 

Hóast talan er um eina kapping, har Slovenia ikki kom víðari í finaluna, vísir Linda Andrews á, at rómurin millum luttakararnar var sum heild góður týskvøldið.

 

- Hetta er ein kapping, men eg haldi ikki, at tað tyktist soleiðis millum luttakararnar. Øll hugnaðu sær, sigur føroyska songkvinnan, sum ikki dylir fyri, at vit møguliga fara at hoyra hana syngja saman við Mancini aftur.

 

- Hon er amerikanari og hevur gjørt nógv ymiskt, millum annað arbeitt fyri Disney, og vit hava avgjørt at hava samband við hvørja aðra, so hvør veit, sigur Linda Andrews.

 

Seinna semifinalan verður í kvøld. Finalan verður leygarkvøldið.

 

 

 

Hoyr alla samrøðuna við Lindu Andrews niðanfyri.