Tað var hjálparfelagsskapurin ADRA, sum skipaði fyri konsertunum við Etuu Cameron leygarkvøldið og sunnukvøldið.
Alt yvirskotið fer til at keypa hús í Kongo til aftur-vend flóttafólk. Umstøð-urnar í Kongo hava leingi verið ótolandi, og tí rýmdi nógv av landinum fyri nógvum árum síðani. Nú byrja hesi fólkini tó at venda aftur, men tey hava einki hús at koma heim til. Hesum ynskir ADRA at hjálpa við.
- Konsertin í Norður-landahúsinum gekk sera væl, og vit seldu heili 23 hús hetta kvøldið, um-framt at vit savnaðu 15.000 krón-ur inn. Sunnukvøldið savn-aðu vit eisini nógv inn, og vit seldu eisini nøkur hús, men eg veit ikki júst hvussu nógv, segði ein umboðsmaður fyri ADRA eftir konsertina sunnu-kvøldið.
Áhoyrararnir til konsert-irnar hjá Ettu høvdu møgu-leika til at keypa eitt hús í Kongo til afturvendu flótta-fólkini fyri einans 3.200 krónur. Keyparin sleppur sjálvur at gera av, hvussu húsið skal eita.
ADRA móttekur nógvan stuðul frá DANIDA, sum er menningarhjálpargrunn-urin hjá danska statinum. ADRA er við í nógvum verkætlanum kring heim-in. ADRA er bygt uppá tað kristna grundarlagið, og tað hevur verið tætt knýtt at adventistakirkjuni. Nú er tað tó ein sjálvstøðugur felagsskapur, og teir vilja hjálpa uttan mun til, hvørji fólkini eru, og hvørja trúgv, tey hava.









