Tað er klædningur og góður stílur í HB-húsinum. Adolfo Sormani er nýggi stóri maðurin í HB. Adolfo Sormani er ikki ókendur við føroysk viðurskifti. Hann boðaði alment frá, at hann var áhugaður í føroyska landsliðsvenjarastarvinum. Hetta var móti endanum av 2019, tá Håkan Ericson bleiv settur. Eitt tað fyrsta hann sigur, tá Sosialurin tosar við hann, er at hann er bergtikin av umhvørvinum í Føroyum.
- Hetta hevði slett ikki lati seg gjørt í Italia, sigur hann og peikar nøkur børn, sum súkkla eftir brekkuni á tiltikna HB-bakkanum millum Ovara vøll og tennisvøllin.
- Børn í Italia kunnu ikki ferðast runt frítt upp á hendan mátan. Tað er fantastiskt at síggja, at tey kunnu fara á vøllin og sparka, súkkla heim og annars bara spæla frítt. Tað gevur teimum so nógv bæði sálarliga og kropsliga, sigur Adolfo Sormani og leggur afturat:
- Í Italia venja børn kanska tvær ferðir undir skipaðum umstøðum. Tað er tað. Og kanska tað er orsøkin til at italskur landsliðsfótbóltur er í kreppu, sigur Adolfo Sormani.
Les alla greinina í Fótbóltsblaðnum hjá Sosialinum.
##med2##












