Adolf Hitler Campbell takast frá foreldrunum

Eitt foreldrapar í Amerika hevur júst fingið dómin um at missa síni trý børn. Og partur av orsøkini er, at børnini hava heldur óvanlig nøvn.

Adolf Hitler Campbell er navnið á fyrst fødda soninum hjá parinum. Síðani komu Aryan Nation Campbell og Hinler Jeannie Campbell.

Málið byrjaði av álvara, tá ið ein bakari í heimbýnum hjá familjuni, noktaði fyri at skriva navnið á dronginum á føðingardagskakuna, tá ið lítli Adolf Hitler hevði sín fýra ára føðingardag.

Myndugleikarnir gjørdist soleiðis varugir við familjuna, og eftirfylgjandi eru børnini tikin frá foreldrum sínum.

Avgerðin er eisini grundað á, at bæði foreldrini eru arbeiðsleys, og hava sálarligar og kropsligar sjúkur.