UMMÆLI
Tónleikurin hjá Adjágas er fólkatónleikur, sum allatíðina er borin uppi av joiksanginum hjá teimum báðum Sara Marielle Gaup og Lawra Somby. Tað eru fyri tað mesta tey bæði, sum mynda tónleikin.
Afturat teimum báðum vóru fýra tónleikarar. Trummur, bass, elgittari, og so ein tónleikari, sum skifti ímillum at spæla banjo, trompet og blásiorgul. Hann legði eitt serligt huglag á ljóðið, og var ein stórur partur av sterka útrykkinum.
Fyri tað mesta var tað rættiliga friðarligur tónleikur, har siðbundni joikasangurin var í miðdeplinum. Ein inniligur og viðbrekin sangur, sum varð borin fram við eymleika og kærleika. Tað kendist, at hetta var ektað, og hevði rót.
Onkuntíð bygdi tað tó upp til meira larmutan rokk. Tann eini sangurin var ein seigur bluessangur, sum so breyt út í bluesrokk. Hesar villaru løturnar breyt Sara onkuntíð út í ein spontanan dans, og einaferð fór bassspælarin eisini at dansa ein villan og heldur undarligan dans.
Tað vóru hesir meira lívligu sangirnir, sum komu best tvørturum til áhoyrarnar. Tónleikurin var annars nokkso innatvendur, og tað tyktiskt ikki, sum um øll høvdu hug at lurta allatíðina. Men eisini hesir sangirnir høvdu sína styrki í vakra, og á ein hátt, hypnotiserandi joiksanginum.
Sangirnir eru søgur og frásagnir, og ímillum teir greiddi Lawra frá. Hetta er tónleikur, sum er rótfestur í teirra sterka sámiska samleika, og tú merkti nærleikan, sum tey hava til tað, sum tey syngja. Tey liva í hesum, og sangurin er ein samanrunnin partur av teirra tilveru.
Tey sungu bara á sámiskum, men hann greiddi frá á norskum, so áhoyrarnir fingu við, hvat løgini snúðu seg um.
Tað sást, at tey elska tað, tey gera. Spæligleðin lýsti av teimum. Tey bæði Sara og Lawra lótu seg ríva við í huglagið, og vóru til tíðir mest sum burturi í øðrum heimi. Tey fluttust kanska yvir í "Adjágas" - sinnisstöðuna ímillum svövn og vöku.
Kanska hevði hetta riggað betur á einum minni palli, har tey vóru tættari við áhoyrararnar. Spjaddu fólkini á sandinum fingu tó eina vakra og forkunnuga konsert.










