Fyri góðari viku siðani boðaði VÍF frá, at felagið hevði gjørt sáttmála við rumensku Adinu Ghidoarca. Hon skal loysa Duritu Christophersen av, nú hon ikki verður tøk aftur hetta kappingarárið.
Tað hevur gingið eitt sindur striltið at avgreiða neyðugu pappírini, so spæliloyvið kundi fáast upp á pláss, men sum skilst kom hetta í rættlag seint í gjárkvøldið. Og Adina er millum teirra, sum hava hitað upp, nú liðini fyrireika seg til hálvfinalu á Hálsi í Havn.