Sunnudagin 25. august skipar ADHD-felagið fyri ráðstevnu í Norðurlandahúsinum. Orsøkin er, at vit vilja varpa ljós á ADHD og vísa á væntandi umstøðurnar og karmarnar til tey við ADHD og familjur teirra
Kanningar vísa, at óviðgjørd menniskju við ADHD í størri mun fáa fylgisjúkur, so sum tunglyndi og angist. Harafturat koma tey í størri mun í misnýtslu, kriminalitet, vanlukkur og hava lága inntøku.
Men soleiðis nýtist tað ikki at vera. Við røttu hjálpini vera vit nógvum syrgiligu lagnum fyri uttan. Hetta er ein win-win støða fyri hvørt einstakt menniskja við ADHD, ið fær hjálp, og ikki minst fyri okkum sum samfelag.
Umleið 4-5% børn og 2,5% vaksin í Føroyum hava ADHD. Hetta ávirkar ikki bara tey, ið hava tað, men eisini familju teirra. Tískil rakar ADHD lutfalsliga nógvar føroyingar so ella so.
Skráin:
15:00: ADHD-felagið býður vælkomin
15:05: Lívssøga: Maibritt Virgardóttir Hansen
15:08: Tormóður Stórá yvirlækni greiðir frá um ADHD
15:20: ADHD-felagið úr Íslandi greiðir frá um skipanina í Íslandi
15:50: Lívssøga: Rebekka Niclasdóttir
15:55: Umboð úr Lærarafelagnum greiðir frá
- Steðgur -
16:20: Niclas Heri Jákupsson hugleiðir um ADHD
16:35: Umboð úr Pedagogfelagnum greiðir frá
16:45: Politiskt orðaskifti
17:45: ADHD-felagið takkar fyri
Løgtingsvalið stundar, og vit í ADHD-felagnum ynskja at politikkarnar taka hetta í størsta álvara. Hvussu nógvir pengar høvdu vit ikki spart, um hesi fólkini, sum kunnu koma í óføri, fáa røttu hjálpina? Men týdningarmest av øllum – hvussu størri lívsgleði høvdu vit ikki kunnu givið teimum, ið liva við ADHD og familjum teirra, um tey fingu røttu hjálpina?
Kom í Norðurlandahúsið sunnudagin klokkan 15:00 og hoyr meiri um ADHD, lívssøgur, skipaninar í Íslandi, hugleiðingar, fakfólk greiða frá og politiskt kjak.
Umboð úr politisku flokkunum:
Sambandsflokkurin: Rósa Samuelsen
Javnaðarflokkurin: Bjørg Dam
Sjálvstýri: Beinta Klakstein
Tjóðveldi: Pauli Trónd Petersen
Framsókn: Birita Arge
Fólkaflokkurin
Miðflokkurin: Jóna Nicolajsen
Framtakið: Maibritt Jóhanna Reyná