ADHD felagið saknar eina skipan, sum loftar børnunum tíðliga. Bæði serlæknar og kanningar visa á, at jú fyrr børnini fáa viðgerð og røttu hjálpina, tess betri fortreytir fáa tey fyri at mennast og læra, skrivar felagið.
Les eisini: Tvær mammur: Skipanirnar mugu broytast
– Børn ganga til regluligar kanningar hjá kommunulækna, Gigni er um pinkubørnini og aftur árliga, tá tey fara í skúla. Námsfrøðingar eru um børnini undir skúlaaldur og lærarar í skúlaaldri. Í summum kommunum er tað Barna og Ungdómsdeildir, ið fyrst verður boðsendar, tá á stendur, men annars er tað Sernám, ið fær bóltin, tá námsfrøðingar og lærarar gerast varug við eitthvørt. Men Sernám sigur, at tað er ikki teirra uppgáva at ávísa út á psykiatriina, sigur ADHD felagið.
– Vit spyrja, hvør hevur so høvuðsábyrgina, tí onkur av omanfyristandandi instansunum má verða tann, ið kannar børnini frá eygnabrýnnum og upp, tí allir hava fasta uppgávu at kanna eygu, oyru, motirikk, blóðtrýst, hædd, vekt og alt hitt, skrivar AHDH felagið.
– Men hví hevur eingin uppgávuna at kanna tað neurologiska og kognitiva. Tá eingin hevur hesa uppgávuna, hvussu kunnu børnini so fáa hjápina teimum tørvar tíðliga, spyr felagið framhaldandi.