ADHD-felagið á ferð kring landið

Undir heitinum “ADHD er til, vit eru til” fer ADHD-felagið á ferð kring landið. Kunnað verður um ADHD og roynt verður at bróta tabu niður, sigur felagið, sum eisini vónar at fáa sjálvhjálparbólkar á stovn

– Vit fara at vitja seks øki í landinum. Vit vilja seta orð á ADHD og á henda hátt bróta niður tabu og vinna viðurkenning, sigur Bjørg Dam, forkvinna í ADHD-felagnum í samrøðu við Skúlablaðið.

Hon vísir á, at ADHD er merkt av nógvum negativum søgum og ikki sørt av skomm, men tað eru í grundini nógvar positivar søgur, tí hetta eru menniskju sum tú og eg, sum hava nógvar eginleikar, nógva orku og stórt dirvi. At tey hava okkurt at stríðast við, ger tey ikki minni menniskju.

– Vit skulu tosa ADHD upp heldur enn niður. ADHD er ikki ein órógv, sum nýtist at merkja, at tú ikki kanst fáa eitt gott lív. Skapa vit røttu karmarnar fyri tey, sum hava ADHD, kasta tey líka nógv í samfelagið, sum onnur, sigur Bjørg Dam.

ADHD-felagið arbeiðir við at seta á stovn sjálvhjálparbólkar, har fólk kunnu koma saman og seta orð á tær avbjóðingarnar, tey hava. Ynski er at hava bólkar fyri børn við ADHD, bólkar fyri avvarðandi hjá børnum við ADHD og bólkar fyri vaksin við ADHD.

- Tað er ógvuliga gevandi at møta øðrum við líknandi avbjóðingum. Nógv, sum so ella so varða av ADHD, venda sær til felagið, og tí hava vit sæð ein tørv á sjálvhjálparbólkum. Í sjálvhjálparbólkunum kunnu fólk koma saman og seta orð á tær avbjóðingarnar, tey hava, sigur Bjørg Dam.

Eitt av málunum, sum ADHD-felagið hevur sett sær fyri at arbeiða fyri, er at skapa størri opinleika um ADHD og at bróta niður tabu og stigmatisering um ADHD. Hóast títtleikin av ADHD er stórur, so er tað merkt av tabu. Ein av orsøkunum er, at ADHD verður roknað sum sálarligt brek, og tað er nógv verri at síggja og gera nakað við samanborið við kropslig brek ella lýti, heldur Bjørg Dam.

- Tað sýnist, sum øll, eisini fakfólk, royna at hugsa allar aðrar møguleikar, áðrenn nakar torir at siga sum er og taka ADHD á tungu. Avleiðingin er, at summi foreldur vilja ikki lata børn síni kanna fyri ADHD, hóast illgruni er um tað. Tað kann taka tíð at mýkja foreldrini at lata barnið kanna og útgreina. Vilja tey ikki, so er talan um vansorgan, og so verður tað eitt barnaverndarmál. Tíbetur kemur tað ikki ofta fyri. Tó hoyra vit framvegis foreldur, sum káva út yvir og vilja forklára tað burtur við onkrum øðrum. Taparin er barnið, sigur Bjørg Dam.