– Tað er einki at ivast í, at tað enn í dag er ein stigmatisering kring ADHD. Sjálvur gjørdi eg vart við, at eg havi fingið tað staðfest, áðrenn eg stillaði upp til løgtingsvalið í fjør. Tað løgna hendi, at eingin segði eitt orð. Tað var onkur einkultur í tingbólkinum, sum tosaði við meg um, hvat ADHD er. Men eingin í mínum vinaskara tosaði um tað, tí tað er enn so duldargjørt, og tað er í veruleikanum synd, tí tað eru nógvir føroyingar, sum hava arvaligu sjúkuna ADHD, sigur 55 ára gamli løgtingsmaðurin, Erhard Joensen, sum fyri trimum árum síðani sjálvur fekk staðfest ADHD og sum nú er í viðgerð og hevur lært seg at liva við avbjóðingunum og eisini fyrimununum, sum útgreiningin hevur givið honum.
Í oktober mánaði fyri trimum árum síðani bleiv tá 52 ára gamli Erhard Joensen sjúkur. Hann endaði í sjúkrabili og fór á Suðuroyar Sjúkrahús. Hann fekk at vita frá læknanum, at hann skjótast gjørligt skuldi fáa fatur á einum sálarfrøðingi ella sálarsjúkulækna (psykiatara) og fáa eina útgreining, tí tað, sum feilaði var, at hann hevði fingið eitt álvarsamt óttaherðindi.
Les longri samrøðu við Erhard Joensen í Vikuskiftis Sosialinum, sum er at fáa í sølubúðum kring landið.
Eisini er meir um ADHD í blaðnum, nú vit eru í oktober mánaði, sum eisini er ADHD Awareness Month