Adeshina Lawal til Víking

Adeshina Lawal hevur gjørt ein tvey ára sáttmála við Víking

Adeshina Lawal hevur gjørt ein tvey ára sáttmála við Víking.  Vikingur.fo : "32 ára gamli nigerianarin er ein skjótur, tekniskur og vandamikil harri frammanfyri málið. Lawal, sum hann verður róptur, hevur leikt fýra ár í Føroyski kappingini, har hann hevur 95 dystir og 44 mál á samvitskuni.

 

Adeshina Lawal hevur somuleiðis leikt tveir dystir fyri B36 í Europa Leauge í 2014, har hann skoraði tvey mál. Áðrenn tað leikti Lawal í Danmark frá 2003 til 2013.

 

Víkingur fegnast yvir at knýtta roynda og dugnaliga leikaran at hópinum. Adeshina Lawal skal vera við til at halda Víking í toppinum í Føroyskum fótbólti.", skrivar vikingur.fo