Adele vil samstarva við Beyoncé

Tær eru báðar framúr góðar sangarindur og møguliga fáa vit um stutta tíð møguleika at hoyra tær syngja saman. Bretska Adele segði herfyri í eini útvarpssamrøðu, at hon kundi hugsað sær at sungið saman við Beyoncé, ið millum annað er kend fyri sangirnar Irreplacable, Crazy in Love og Halo.

 

Í eini samrøðu við fronsku útvarpsstøðina NRJ hevur Adele sagt, at Beyoncé hevði verið tann fullkomni persónurin, um hon skuldi gjørt duet saman við onkrum.

 

- Beyoncé er veruliga ein fyrimynd, og eg havi lurtað eftir hennara sangum síðani eg var 11 ára gomul, sigur Adele.

 

Røddir hava leingi verið frammi um, at tær báðar skuldu syngja saman til eina konsert hjá Beyoncé á Glastonbury festivalinum seinasta ár. Adele mátti tó avlýsa vegna sjúku.

 

Adele hevur hildið steðg frá tónleikinum í eina tíð, men er so smátt farin í gongd aftur ,og vit kunnu vænta eina stakfløgu frá henni seinast í hesum árinum.