Adele klár at framføra

Í september í fjør fann ein lækni ein lítlan polyp á raddarbandinum hjá songkvinnuni. Í oktobur avlýsti hon allar sínar konsertir, og í november fór songkvinnan undir skurð.

 

Nú er hon til reiðar at framføra aftur. Tá ið Brit Awards verður á skránni 21. Februar, verður tað við einari framførslu frá Adele. Tað veit eb.dk frá Toronto Sun.

 

Adele er tilnevnd til tríggjar heiðurslønir til Brit Awards, nevniliga Besta bretska songkvinna, Besta bretska staklagið við Someone Like You, og Besta bretska fløgan við fløguni 21.

 

Adele er ikki tann einasta songkvinnan, sum ger eitt sokallað “comeback” til Brit Awards.

 

Kate Bush gav sína fyrstu fløgu út í 1978, og gjørdist kend fyri lagið Wuthering Heights. I ár er 53 ára gamla songkvinnan tilnevnd í bólkinum Besta bretska songkvinna.

 

Umframt eina framførslu frá Adele, verður eisini ein framførsla frá Coldplay, Bruno Mars, Rihanna og Blur. Tað vísir ein skrá, sum fyrireikararnir hava almannakunngjørt.