James Corden hevur talkshow á sjónvarpsrásini CBS, og í sendingini bjóðar hann kendum tónleikarum biltúr og syngur við teimum.
Seinasta útgávan er við ensku songkvinnuni Adele, og tey bæði eru í toppformi á biltúrinum, har tey práta og syngja kendar sangir hjá Adele, Spice Girls og Nicki Minaj.
Fleiri enn 34 milliónir sýningar eru longu nú á YouTube av innslagnum, sum kann síggjast við at trýsta í pílin í myndini omanfyri.