Adele hølvar PSY av

Ongantíð áður hevur ein sangur havt slíkan vundanvind á YouTube sum Hello

Seinasta staklagið hjá Adele hevur sett nýtt met á YouTube. Sangurin Hello brúkti 88 dagar um at fáa eina milliard sýningar á YouTube, og tað er nýtt met.

Metið frammanundan átti PSY, sum fekk sítt gjøgnumbrot við sanginum Gangnam Style. Hann brúkti 159 dagar um at fáa eina milliard sýningar á YouTube.

Guinness World Records hevur tí givið Adele nýggja metið fyri skjótastu milliardina, men PSY er ikki heilt fyri ongum, tí við meira enn 2,5 milliardum sýningum er Gangnam Style meira sýndur á YouTube – higartil.