Enska songkvinnan Adele loypti hvøkk á sínar mongu fjepparar á konsert í New Zealandi um vikuskiftið.
- Eg dugi illa at vera á konsertferð. Tykkara klapp gera meg sárbara. Eg veit ikki, um eg nakrantíð aftur fari á konsertferð. Tit eru orsøkin til, at eg spæli konsertir. Eg eri ikki vís í, at tað er nakað fyri meg, segði Adele undir konsert á Mount Smart leikvøllinum í Aukland sunnukvøldið.
28 ára gamla Adele telist millum best umtóktu songkvinnur í popptónleiki nakrantíð, og fyrr í ár vann hon heili fimm Grammy heiðurslønir.
Adele hevur seinastu 15 mánaðirnar spælt 122 konsertir kring allan heimin. Konertferðin endar í London í summar, og tá verður mett, at Adele hevur sungið fyri meiri enn 1,5 milliónur fólkum kring heimin á hesari konsertferðini.
Spurningurin er so, um hetta verður hennara seinasta víðfevnda konsertferð.