Adele avlýsir Roskilde

Enska songkvinnan Adele hevur júst almannakunngjørt, at hon fer at avlýsa allar summarkonsertir sínar, tí hon fer í studio at spæla komandi fløgu sína inn. Tá ið skráin til Roskilde Festivalin í ár varð almannakunngjørd, var enska songkvinnan ein av stóru nøvnunum. Í mars debuteraði hon við fløguni ?19? og ætlanin var, at hon skuldi spælt fyrstu konsert sína á Roskilde í ár, men á heimasíðuni hjá Roskilde Festivalinum í ár stendur, at henda debut?in er nú útsett fyribils, tí hon hevur avgjørt at útseta summarkonsertir sínar.

Enn er einki nýtt navn komið ístaðin fyri Adele.