Adele aftur nummar eitt

Eftir 10 vikur ovast á listanum, er Seebach nú skumpaður av fyrsta plássinum av einum fyrrverandi vinnara, nevniliga Adele.

 

Hvønn fríggjadag verður almannakunngjørt hvussu danski hittlistarnir síggja út, og nú er greitt, at fløgan hjá Rasmus Seebach, Mer’ End Kærlighed, fyri fyrstu ferð síðani hon kom á marknaðin, ikki er nummar eitt. Fløgan er eftir 10 vikur fallin niður á annað plássið, og ovast liggur Adele við hennara fløgu “21”, sum eisini lá nummar eitt í fleiri umførum í 2011.

 

Adele hevur nú móttikið trý dupult platin fyri hennara 60.000 seldu fløgur í Danmark, meðan Seebach hevur selt umleið 100.000 fløgur. Á triðja plássinum er Burhan G og hansara fløga við sama navni. Burhan G hevur verið á hittlistanum í 82 vikur, og hevur hann selt 80.000 fløgur. Fyrsta fløgan hjá Rasmus Seebach er eisini at finna á hittlistanum, og hevur hann nú selt yvir 220.000 eintøk av henni, og harvið hevur fløgan fingið 11 dupult platin.

 

Nýggjur á hittlistanum er Chris de Burgh og hansara fløga Footsteps 2, sum er nummar 12.

 

Hetta veit Gaffa.dk í dag.