Adelborg fær heiðurin at seta spakan í

Tað verður ein sjónleikara-legenda, sum setir sjøtul á arbeiðið at byggja eitt mentanarhús, sum verður eitt

Klokkan fýra, nú seinnapartin í dag verður spakin sjøtul settur á arbeiðið at byggja nýggja mentanarhúsið í Klaksvík. Og tað verður býarmyndin, Adelborg Linklett, sum fær heiðurin at loysa fyrsta flagið.

Signhild V. Johannesen forkvinna í Grunninum Mentanarhúsið sigur í tíðindaskrivi, at hetta er ein søguligur dagur, tí farið verður nú undir at byggja húsið, sum í framtíðini fer at verða karmur um alskyns mentanarlív í Klaksvík.

– Mentanarhúsið verður eitt savnandi stað fyri fjølbroytta virkseminum í býnum, og tí er tað eisini sera hátíðarligt, at Adelborg Linklett, sum er ímyndin av Sjónleikafelagnum í Klaksvík, verður kvinnan, ið loysir fyrsta flagið.  

Mentanarhúsið verður eitt stórfingið hús, sum kann hýsa 380 fólkum til sjónleik men har tað ber til at borðreiða til væl yvir 400 fólkum, tá ið veitslur eru.

Saman við nýggja miðbýnum, og ætlanini um at byggja nýtt hotell, er onki at ivast í, at lagt er upp til eina spennandi framtíð, sigur Signhild V. Johannesen.

Mentanarhúsið kostar 60 milliónir, og eftir ætlanini verður tað klárt at taka í búk um sløk tvey ár, ella við við ársenda 2022.