Adelborg er ársins Rósa í Klaksvík

Adelborg Linklett er vald til ársins klaksvíking

Aftur í ár hava klaksvíkingar valt ársins rósu og hesuferð fall valið á Adelborg Linklett.

Adelborg Linklett hevur í eitt mannaminni verið ein ímynd av mentanarlívinum í Klaksvík og serliga av sjónleikalívinum.

Og í løtuni er hon ein hornasteinur í leikinum um Emil úr Lønnibergi

Tað var í sambandi við at jólaskipið kom til Klaksvíkar fríggjadagin , at tað varð avdúkað, hvør var ársins rósa.

Nógv uppskot vóru komin inn og dómsnevndin valdi Adelborg burtur úr.