Fyrrverandi Arsenal-framherjin Thierry Henry heldur lítið um framferðina hjá Adebayor, sum eftir at hann skoraði mál fyri nýggja felag sítt ímóti Arsenal, rann yvir til Arsenal-áskoðarar at feiðra málið.
- Hann kundi vunnið nógva virðing við at latið verða við at feiðra málið ímóti Arsenal. Tað hevði verið eitt úttryk fyri ein vissan klassa, og eg skilji ikki, at hann gjørdi hatta, sigur Thierry Henry.