ADC Heilsølan er nú partur av Kemilux

Fyrr í ár gjørdi Kemilux og eigarnir á ADC Heilsøluni, Annelin Dal-Christiansen og Frank Muller avtalu, sum innibar, at Kemilux yvirtók alt virksemið hjá ADC-Heilsøluni.

Fyrr í ár gjørdi Kemilux og eigarnir á ADC Heilsøluni, Annelin Dal-Christiansen og Frank Muller avtalu, sum innibar, at Kemilux yvirtók alt virksemið hjá ADC-Heilsøluni.

 

Síðani 1. juni í ár hevur alt virksemið hjá ADC Heilsøluni verið í hølunum hjá Kemilux á Hjalla í Hoyvík.

 

ADC-Heilsølan hevur í 19 ár umboðað og selt trygdarútgerð og arbeiðsklæðir til føroysku vinnuna.

 

Sambært fyrrverandi eigarunum í ADC-Heilsøluni, so var stundin komin at nýggir eigarar tóku yvir virksemið hjá ADC-Heilsøluni.

 

– Og tá ið Kemilux vísti áhuga í okkara fyritøku og tryggjaði okkum, hvussu virksemið framyvir kundi víðariførast, so valdu vit at gera eina avtalu við Kemilux, sigur Annelin Dal-Christiansen.

 

Debes Petersen, stjóri á Kemilux fegnast um at ADC-Heilsølan nú er partur av Kemilux.

 

– ADC-Heilsølan hevði eitt gott og spennandi vøruúrval og hevur øll árini lagt dent á at hava eina fyrsta flokks tænastu til kundarnar. Hesa tænastu og vøruúrval vilja vit á Kemilux eisini tryggja øllum okkara kundum framyvir. Vit fegnast eisini um, at Annelin heldur á fram hjá Kemilux ADC, sigur hann.

 

Í samband við útsølu fríggjadagin verður eisini opið leygardagin 3. oktober. Kl. 10.00 - 16.00.

 

– Øll eru hjartaliga vælkomin at vitja handil okkara á Hjalla, har vit hava stórt vøru úrval til bæði privata húsarhaldið og til vinnuna, sigur Debes Petersen, stjóri at enda.