Seinastu árini hevur Harry Redknapp stýrt Portsmouth, men hann tók um vikuskiftið av møguleikanum at gerast venjari hjá Tottenham.
Sambært ensku miðlunum verður tað eftir døgurða í dag almannakunngjørt, at Tony Adams tekur við sessinum.
Adams hevur áður roynt seg sum manager hjá Wycombe, men seinastu tíðina hevur hann verið høvuðsvenjari fyri verjupartin í Portsmouth. Eitt arbeiði, sum hann hevur røkt í tøttum samstarvi við Redknapp, og sum skilst hevur Redknapp sjálvur mælt til, at fyrrverandi liðskiparin hjá Arsenal og enska landsliðnum tekur yvir í Portsmouth.