Adams og Keown saman aftur

Tony Adams og Martin Keown vóru í árunum frá 1993 til 2002 ein sterk miðverja í Arsenal, og nú er líkt til, at teir báðir finna saman aftur í enska felagnum Portsmouth. Har er Tony Adams júst blivin venjari, og sambært BBC hevur Adams boðið Martin Keown at gerast hjálparvenjari hjá sær í felagnum. Keown hevur ikki enn gjørt av, um hann tekur av tilboðnum.