Virda tíðarritið Rolling Stone hevur kosið bestu altjóða tónleikaútgávurnar í 2015.
Ivaleyst kemur tað óvart á fleiri, at dreingjabólkurin One Direction eigur triðbestu útgávuna, men sambært Rolling Stone var talan um framúr útgávu við popprocki, ið hevur fingið íblástur frá stórum bólkum í tónleikasøguni – sum til dømis The Beatles, Rolling Stones og Fleetwood Mac.
Ovast á listanum hjá Rolling Stone er sangarin Adam Lambert, sum í fjør kom við útgávuni The Original High. Adam Lambert kom av fyrstan tíð fram í kappingin American Idol, og síðani er hann blivin ein virdur popp og rocksangari. Hetta fekk í 2011 rockbólkin Queen at biða Adam Lambert verða sangara í bólkinum. Síðani hevur Lambert bæði fingist við sína solokarrieru og leiklutin sum avloysarai hjá Freddie Mercury.
Adam Lambert hevur á útgávuni The Original High brúkt kendar poppframleiðarar til tónleikin, sum er merktur av house og funk.
Rolling Stone heldur heilt einfalt, at The Original High var besta útgáva í 2015.