Tað er plátuhandilin HCW Tórgarð, ið gevur út fløguna, sum er endurútgáva av bandinum sum kom út í 1983.
Finnbogi Johannessen, sum hevur arbeitt við útgávuni, sigur, at tey í útvarpinum hava gjøgnumgingið gomlu upptøkurnar, sum nú eru nógv klárari, tá tær verða spældar av fløgu.
Í fjør kom eisini út fløgan við Herman Jacobsen og í næstum kemur ein triðja fløga við løgum hjá Ad Libitum út.
Bólkurin hevur nú um 25 ár á baki, men teir eru tó ikki so virknir, at teir javnan spæla.
? Vit eru komnir nakað til árs - aldurin er frá 50 og uppeftir, so vit leggja okkum mest eftir at geva út tónleikin hjá okkum, sigur Finnbogi Johannessen.
Manningin í bólkinum er enn tann sama, tó at Poul Engberg er deyður.
Á fløguni hjá Ad Libitum eru verk eftir Bach, Schubert, Copin, Mozart o. ø. Hetta er lættur klassiskur tónleikur, útsettur fyri mandolinir og guittarar. Í ár eru annars 250 ár liðin síðani Bach doyði.
Ad Libitum varð serliga kent í teimum mongu V4 undirhaldssendingunum í útvarpinum.Eg haldi ikki man skal vera kløkkur, um olja ikki verður funnin fyrr enn um eini trý ár. Tit eiga at verða fyrireikaðir uppá, at tann fyrsta og næsta boringin ikki treffir við olju. Hóast vit halda okkum vita nógv um undirgrundina, og tað eru royndir frá økinum nærhendis, so eru tað altíð "yvirraskilsi" í hesi vinnu.
Hvørji feløg enn fáa lisensir, so heldur Chris Kernick, at hetta kann blíva ein spennandi tíð og stór avbjóðing fyri Føroyar. Eitt eru so tey mest áhugaverdu økini við markið, men tað liggja eisini stórar avbjóðingar fyri framman, tá talan verður um at hyggja nærri at teimum strukturunum, sum liggja undir tjúkka basaltinum.