Leygardagin 21. august læt AD-Import í Havn upp nýggjan handil í R.C. Effersøesgøtu. Tað er havnarmaðurin Agnar Dahl, sum eigur og rekur fyritøkuna sum umboðar motorsúkklur, skutarar og prutl av merkjum sum t.d. Aprilia og Suzuki
Nógv fólk stukku inn á gólvið hjá AD-Import, sum læt upp nýggjan handil í R.C. Effersøesgøtu 21 í Havn, leygardagin.
Í hesum sambandi hava teir nógv góð tilboð hendan mánaðin. Umframt motorsúkklur, skutarar, og prutl, selur handilin alla útgerð, so sum hjálmar, klæðir, draktir og trygdarútgerð
AD-Import hevur hildið til í Tjarnarlág, har verkstaðurin enn er. Nøkur ár helt handilin til í gongugøtuni í Niels Finsensgøtu.
Agnar Dahl, sum í dag er 33 ára gamal, stovnaði fyritøkuna í 1996.