Acura Legend til amerikanarar

Acura er luksusmerkið hjá Honda til eitt nú amerikanska marknaðin, á sama hátt sum Toyota hava Lexus og Nissan hava Infiniti. Í 2006 kemur ein heilt nýggjur og framkomin Acura Legend luksusbilur á marknaðin

Legend útgávan hjá Honda hevur ongantíð rættuliga sligið ígjøgnum í Evropa, men í USA er Legend ein sonn "succes" undir navninum Acura Legend.

Hetta kann tó broytast, tá nýggi Honda/Acura Legend kemur á markanðin í 2006. Talan verður um ein elegantan og framkomnan luksusbil.

Nýggi Legend fær framkomnu SH-AWD (Super Handling All Wheel Drive) 4x4-skipanina, sum varierar motorkaftina millum for- og bakhjól og millum bakhjólini. Skipanin gevur framúr góðar koyrieginleikar og gott vegtak í svingum.

Innan verður alt tað reina luksus við nøtutræ og leður og t.d. instrumentum við bláum ljósi og alu-look mittarkonsoll.

Motorurin verður ein 3,5 litur V6 við 300 hk, ið koyrir frá 0-100 km/t upp á 6,5 sek og toppferðin verður 250 km/t.