Activ koyrt í likvidatión

Felagið, sum eigur kioskir í Jónas Broncksgøtu 44, í Steinatúni og á Háskúlavegi 2 í Havn, er av Føroya Skiftirætti koyrt í likvidatión, tí roknskapirnir ikki eru latnir inn Tað hevur verið klutur í roknskapunum hjá Sp/f Kiosk Activ, so hesin ikki er latin inn fyri roknskaparárið 2006/2007. Tað hevur fingið Skráseting Føroya at krevja, at Føroya Skiftirættur koyrir felagið í likvidatión. Og tí kravinum hevur Føroya Skiftirættur eftirlíkað.

Annar av eigarunum, Regin við Skipá, sigur við Portalin, at trupulleikar við bókhaldaranum hava ført til seinkaða roknskapin, men at hesin er um at verða liðugur. Samstundis verður arbeitt við at fáa roknskapin fyri roknskaparárið 2007/2008, sum endar 31/5, lidnan, so full greiða fæst á fíggjarligu støðuni.

Tær tríggjar kioskirnar hava annars gingið væl, serliga seinastu tíðina, og tí er tað eyka harmiligt, at hetta hendir, sigur Regin við Skipá.

Eitt tekin um, at felagið er í trupulleikum, er, at lottoskipanin í fleiri dagar hevur verið óvirkin. Men Regin við Skipá vónar tó og roknar við, at virksemið heldur fram sum vanligt, og at ein loysn fæst á verandi trupulleikum.

Sjálvandi ber ikki til at siga við vissu, at tað verður úrslitið, men tað er í hvussu er tað, vit arbeiða fram ímóti, sigur Regin við Skipá við Portalin.