Actionhetjur á sjúkrahúsi

Stóru og sterku action-hetjurnar Arnold Schwarzenegger og Sylvester Stallone endaðu á somu sjúkrahússtovu eftir skaðar frá filmsupptøkum

Teir eru kendir sum vælvandar, sterkar og djarvar action-hetjur. Sjálvandi í filmum úr Hollywood. Sigur tú Arnold Schwarzenegger og Sylvester Stallone í sama setningi, so síggja nógv fyri sær ógvusligar spreingingar, skotvápn, stríðsflogfør og heimsins undirgang. Eingin hevur tal á, hvussu ofta teir hava bjargað USA og heiminum í evstu løtu – beint áðrenn alt fór í luftina og ommu sína.

Men nú um dagarnar hittust teir undir øðrvísi umstøðum. Báðir endaðu á somu sjúkrahúsi, lið um lið á somu stovu.


Fleiri filmar

Arnold Schwarzenegger skrivar á síni whosay-konto, at hann varð innlagdur fyri at fáa viðgerð í økslini, eftir at hann hevði fingið skaða eftir filmsupptøkur. Og fyrsti maður, Schwarzenegger rendi seg í, var kollegin Sylvester Stallone, ið var komin á sjúkrahúsið í somu ørindum.

Teir báðir sjónleikararnir eru bæði komir nakað upp í árini. Arnold er 64 ára gamal og Stallone 65. Men teir hava ikki mist mótið um at gera fleiri filmar – eisini action-filmar eftir at teir hava fingið viðgerð fyri akslaskaðarnar.

Teir skulu báðir spæla við í filminum The Tomb, sum skal í biografarnar næsta ár.


Myndatekstur:

Schwarzenegger og Stallone endaðu á somu sjúkrahússtovu

Mynd: Polfoto