Acryl í Ribarhúsi

Hósdagin klokkan 15 letur Hilmar J. Højgaard upp málningaframsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði.
Hetta er fyrstu ferð, at Hilmar hevur framsýning í Fuglafirði, men nýggjur í listarhøpi er hann tó ikki. Eitt nú var hann seinasta ár í Íslandi, eins og hann seinni í ár fer at hava framsýningar á Gallerí Jinx í Havn og í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.
Talan er um á leið 20 acryl-málningar, sum taka støði í føroysku náttúruni, har ljósið, menniskjan, føroyski báturin o.a. verða avmyndað.
Framsýningin er opin til mikudagin 8. mars. Opið er mána- til fríggjadag frá 15.00 til 17.30. Leygardagar er opið frá 11 til 15.