Í 2004 og 2007 gav acapella-bólkurin SALT út tvær fløgur, har serliga tann fyrra fløgan var vælumtókt. Hesi árini sang bólkurin eisini nógv til møti, konsertir og til onnur høvi. Men seinastu átta árini hevur bólkurin ligið í dvala. Tó hava limir í bólkinum verið virknir hvørsæris.
Sunnudagin 4. desember ger SALT so "comeback" í Løkshøll í Runavík. Hetta verður á konsert, sum verður klokkan 16 seinnapartin.
Í gjár var in.fo/Rás2 á gátt hjá Bárði á Lakjuni, sangara í SALT, sum eisini er kendur frá bólkinum TOS. Bárður torir ikki at siga um tey í SALT fara at verða virkin aftur, ella um talan bert verður um ta einu konsertina.
Í SALT venja tey nógv og arbeiða hart fyri, at tey skulu fáa tað at ljóða eins væl, og tað gjørdi, tá tey vóru sera virkin. Bárður á Lakjuni heldur tó, at sangirnir, sum tey sungu á fløgunum frá 2004 og í 2007 sita somikið væl í merginum, at hann er vísur í, at tað fer at ljóða væl á konsertini 4. desember, har tey í SALT fara at framføra bæði acapella, og saman við orkestri.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Bárð á Lakjuni greiða frá.










