AC Milan uttan verjuskansan

AC Milan má vera ein týdningarmiklan brikk fyri uttan á San Siro í kvøld, har Manchester United bíðar teimum í seinnu Champions League-hálvfinaluni. Talan er um teirra 38 ára gamla verjuskansa, Paolo Maldini. Maldini varð í fyrra dystinum ímóti enska felagnum útskiftur í hálvleikinum, vegna ein skaða í vinstra knæði. Italski landsliðsleikarin er framvegis ikki sloppin av við skaðan, og má tískil síggja dystin í kvøld frá áskoðaraplássunum.

 

Manchester United er á odda 3-2 í hálvfinaluni, og hevur tískil lítlan fyrimun í kvøld, tá ið liðini bresta saman á San Siro kl.19.45.

 

Manchester United hevur hinvegin bæði Rio Ferdinand og Nemanja Vidic við aftur í hópinum, eftir at teir báðir verjuleikararnir hava drigist við skaða í longri tíð.