AC Milan nærkast plussinum

Í Italia hevur AC Milan vunnið teir báðar fyrstu dystirnar í kappingarárinum, og skjótt er stófelagið komið røttu megin nullið, at kalla. Ein avleiðing av stóru fótbóltsgøluni í Italia var, at Milan byrjaði kappingarárið við minus 8 stigum, men hesi tykjast skjótt vera søga. Nú ber talvan boð um, at Milan stendur á tveimum minus-stigum, og bert ein sigur restar í, áðrenn keðiliga forteknið er burturi.