Hóast sáttmálin hjá Alessandro Nesta við AC Milan rakk fram til næsta summar, so hava partarnir í longri tíð samráðst um nýggjan sáttmála. Teir eru nú komnir til semju, og sáttmálin hjá Nesta røkkur nú til summarið 2011.
Alessandro Nesta, sum kom frá AS Roma í 2002, nærkast teimum hálvtannað hundrað dystunum fyri stórfelagið í Milano.