AC Milan koyrt venjaran

Fyrrverandi málslúkur er favorittur at taka yvir

Massimiliano Allegri er ikki longur venjari hjá AC Milan. Tað boðar leiðslan í felagnum frá í dag. AC Milan tapti um vikuskiftið 4-3 fyri uppflytarunum úr Sassoulo. Massimiliano Allegri hevur verið venjari í trý og eitt hálvt ár í reyða og svarta Milano felagnum.

 

Italskir miðlar skriva í dag, at fyrrverandi málslúkurin, Filippo Inzaghi, er favorittur at taka yvir sum venjari. Fyribils hevur felagið sett fyrrverandi verjuspælaran, Mauro Tassotti, sum venjara.

 

AC Milan liggur á 11. plássi í italsku landskappingini, og eru heili 30 stig aftanfyri oddaliðið Juventus. Hóast tað, so er AC Milan enn við í Champions League.