Hóast tað ikki er alment váttað, so bendir nógv á, at australsku rock-legendurnar hava konsert í Horsens tann 5. juni í 2010. Hetta skrivar Horsens Folkeblad, sum endurgevur fleiri fjepparasíður hjá bólkinum fyri tíðindini.
Hartil skrivar Gaffa, at navnaøkið, acdcihorsens.dk í gjár varð upprættað, og tað skuldi eisini givið sínar ábendingar.
AC/DC er í løtuni á síni fyrstu turné í 13 ár. Millum framførslurnar á hesari varð ein konsert í Parkini í Keypmannahavn í juni mánaði í ár. Og atgongurmerkini til ta konsertini vórðu mest sum rivin burtur alt fyri eitt.