Abu Hamza sendur til USA

Tann víðgongdi muslimski prædikumaðurin Abu Hamza varð í gjárkvøldið sendur úr Bretlandi til USA, har hann er skuldsettur fyri yvirgangsvirksemi. Fýra aðrir menn, sum eisini eru undir illgruna fyri yvirgang, vórðu sendir til USA saman við honum.

Teir fimm menninir høvdu biðið bretska hægstarætt ógilda avgerðina hjá stjórnini at útflýggja teir til USA, men hægstirættur vildi ikki ganga áheitanini á møti.

Teir ameriksonku myndugleikarnir hava kunngjørt, at menninir koma fyri ein dómara í dag.

USA kravdi longu í 2004, at bretar skuldu senda teimum Abu Hamza, men málið varð útsett í 2006, tá bretska dómsvaldið dømdi hann sjey ára fongsul fyri at hava eggjað sínum viðhaldsfólki til dráp.

Amerikanararnir hava skuldsett Abu Hamza (myndin) fyri at hava havt samband við eina gíslatøku í Jemen í 1998 og fyri at hava viðvirkað til at skipa yvirgangslegur í amerikanska statinum Oregon.