Absalon í Snarskivuni

Hósdagin lat Absalon Hansen upp framsýning við fotomyndum í Snarskivuni í Havn. Hetta er fyrsta framsýning av sínum slag við 13 stórum fotomyndum. Myndirnar eru longri enn vanligar myndir. AWJ í Runavík hava vaksið um myndirnar og Atlanticpane í Kollafirði hava rammað tær inn. Absalon, ið er útbúgvin bankmaður, arbeiðir mest sum myndamaður, umframt tað at hann er røktingarmaður í Hósvík. Hann ger myndir fyri ferðavinnuna og gevur sjálvur út ein myndakalendara. Eisini hevur hann givið út bókina Føroyar, við føroyskum myndum, sum Jens Pauli Heinesen rithøvundur setti myndatekst til. Fyri trimum árum síðan hevði Absalon eina framsýning í Tallin í Eystlandi fyri Nordisk Ministrerråd. Framsýningin í Snarskivuni er opin gerandisdagar frá kl. 9-16, hósdag er opið frá 9 ? 18.