Absalon Absalonsen hevur í hesum døgum málningaframsýning í Vági Absalon Absalonsen hevur hesa vikuna málningaframsýning í Vági. Sýningin er í handilshølunum, har Elektronikkbúðin helt til, beint yvir av Suðuroyar Sparikassa.
Absalon hevur arbeitt á sjónum, men er eisini kendur sum høvundur og hann hevur skrivað nakrar bøkur, bæði skaldsligar og siðsøguligar.
Men nú sýnir hann, at hann eisini er kringur við penslinum. Líka síðani barnaárini hevur hann fingist við at tekna og mála, men nú hann er pensjóneraður, er tíðin betri til frítíðarítrivið.
Myndevnini eru mest náttúra og skip, og evnini eru annars bæði í Suðuroynni og norðanfyri.










