Í døgunum, 14.-19. desember, fer Absalon Absalonsen at hava málningaframsýning mitt í hjartanum í Havn.
Framsýningin verður nevniliga í Williamsstovu í Niels Finsensgøtu 16 í Havn, og framsýningin letur upp hósmorgunin klokkan 10.
Absalon Absalonsen sigur, at opið verður hvønn gerandisdag klokkan 10 og til einaferð út á seinnapartin.
- Framsýningin letur upp komandi hósmorgun klokkan 10, og øll eru hjartaliga vælkomin, sigur hann.
Við sær á framsýningini hevur hann umleið 10 listaverk, málað við akryl-máling, og motivini eru landsløg og bygdaløg.
Absalon Absalonsen hevur verið við á fleiri ymiskum listaframsýningum, og hann hevur eisini sýnt fram síni listaverk í Smiðjuni í Lítluvík.
Í fleiri ár hevur hann eisini havt listaverk við á framsýningini hjá Lions Club í Müllers Pakkhúsi í Havn, men hann var ikki við í ár.
Nú verður so høvi at vitja framsýningina hjá Absalon Absalonsen í Williamsstovu í Niels Finsensgøtu 16 í Havn - frá hósmorgni klokkan 10.
##med2##
##med3##













