Absalon klárur til nýggjan túr

Hetta er túrur nummar 64, sum Absalon Matras av Norðoyri fer á í nátt við Norrønu – hesaferð við nýggjum bussi. Bussin hevur hann keypt úr Madrid, júst fyllur 8 ár

Dávur Winther

Hesin bussurin er størri enn hin burssurin, Absalon hevur nýtt til hesar ferðir. Hann hevur størri maskinu og størt viðførisrúm, so til ber at hava hópin meira við av vørum við til fólkini, Absalon hevur vitja nú í fleiri ár.
??Hesaferð gongur leiðin til norður Rumenia, og vænta tey at vera frammi mikukvøldið í næstu viku. Við í ferðini eru 11 fólk. Av teimum tveir bussførarar, sum kunnu loysa Absalon av, Anskar Hansen og Regin Dam.??
Tá ið tey eru komin fram, leiga tey minni bilar at koyra við til smáu bygdirnar at geva teimum ymiskt, teimum tørvar. Har eru at kalla ikki vegir millum bygdirnar, men koyra tey eftir vølli fyri tað mesta. Við í bussinum eru klæði, skógvar bæði til vaksin og børn, grýtur og pannur, sengur, madrassur og dýnur og mang annað. Ikki er loyvt at hava leikur við til børnini.
??Absalon biður heilsa og siga hjartans takk fyri ta hjálp og beinasemi, hann hevur fingið alla staðir í sambandi við ferðir sínar. Tá ið hesin bussurin er væl løddur, er eftir í kirkjukjallaranum í Christianskirkjuni uppí ein fullan buss afturat.??