At um ikki okkurt verður gjørt – So er stórur vandi fyri att ein ólukka hendur í tunnlunum, norð um fjall.
Havi víst á nakrar loysnir:
Ljósreguleringar – Separera tungu ferðsluna frá tí løttu. o.s.v.
Hvat er frægast, kunnu vit tjakast um. Men okkurt má gerast?
Havi í drúgva tíð, heitt á myndugleikan, um at fáa ferðsluteljara í tunnlarnar, so vit kunnu staðfesta, hvussu stórur trupulleikin er.
Sum at sletta vatn á gás. Sýnist sum mynduleikin, vil ikki ásannað kaosið.
Støðan er hon:
Sambært raðfestingunum fáa vit onga broyting í tunnlunum komandi 10 - 15 árini.
Í dag koyra eftir meting eini 1 5 0 0 akfør gjøgnum tunnlarnar um døgnið.
Harav stórur partur, stór tung akfør.
Tá Viðareiðis tunnilin er gjørdur (ið teir vísu politikkarnir mettu, hevði hægri prioritet) - verður trýstið uppaftur størri.
Tí ein innilig áheitan á tykkum – ið kunnu gera okkurt.
Fái fingurin út úr einum ávísum stað.
Áðrenn ein óbótalig ólukka hendur.
Absalon í Buð










