Óli Jacobsen
??????????????
Í seinastu viku hevði Absalon eina viðmerking til tað, sum eg hevði sagt við Sosialin um føroyska líkasælu móti brotum á mannarættindi úti í heimi.
Tað sum Absalon sigur er púra rætt. Føroyingar hava stóra samkenslu við fólk í neyð, og Absalon er eitt gott dømi um tað við hansara nógvu ferðum til Rumenia.
Men greinin var gjørd í samband við vitjanina hjá Lorraine Britten, hvørs maður hevði sitið í fongsli í nógv ár sum samvitskufangi. Og míni sjónarmið snúðu seg bert um, hvussu tungir føroyingar, og serliga ungfólk, vóru at fáast at virka fyri slík, sum úti í heimi verða frátikin tey politisku rættindi, sum vit rokna sum eina sjálvfylgju. Samstundis kunnu vit fáa »yvirskrivtir« um viðurskifti, sum eru bagatellir ímóti tílíkum sum t. d. Menakhem Ben Yami og Lorraine Britten, hvørs søgur vit hava havt í FF-blaðnum, hava upplivað.
Eg roknaði ikki við, at hetta prátið við Sosialin skuldi gerast ein stór søga í fleiri dagar, men nógv ásanna, at nakað er um hetta. Hava luttakarar í ser-stakliga kristiligum hjálpararbeiði fingið fortreð av hesum, kann eg bert biðja um orsaka. Tað var als ikki tað sum lá í hesum. Eg havi stóra virðing fyri tí arbeiði, sum verður gjørt fyri neyðlíðandi. Tí havi eg eisini í FF-blaðnum gjørt nógv burturúr seinastu vitjanini hjá Anastasis, har parturin hjá føroyingum heldur ikki liggur eftir.